top of page
hjartahús_edited.png
Billede af Lacie Slezak

Ráðgeving

Fosturforeldur kunnu altíð seta seg í samband við fosturforeldrafelagið um tey hava tørv á ráðgeving ella bara onkrum at tosa við. Onki er ov stórt ella ov smátt og, vit vilja gera okkara besta fyri at hjálpa.
 

Til ber at senda teldupost til fosturforeldrafelagid@gmail.com  
 

Hvønn hósdag millum 18.00 – 20.00 ber til at ringja til okkara á tlf 210345
 

Okkara ráðgeving gevur fosturforeldrum møguleika at tosa ella skriva saman við onkrum, sum kennir til tað at vera fosturforeldur, og tí skilir avbjóðingarnar, sum kunnu vera.

Stuðla okkara arbeiði

Fleiri vit eru, meir kunnu vit gera!

Hevur tú børn til fosturs ella umlætting kanst tú tekna teg sum lim við at trýsta her.

 

Tað ber eisini til hjá tykkum, sum ikki hava børn til fosturs ella umlætting, at stuðla arbeiði okkara við at trýsta her
 

Vit eru sera takksom fyri allan stuðul, ið ger stóran mun í arbeiðinum at tryggja  fosturforeldrum og børnum, sum koma til fosturs, best hugsandi umstøður.

hjarta.jpeg
fosturforeldur.jpeg

UM OKKUM

Fosturforeldrafelagið er áhugafelag fyri fosturforeldur. Tað verður borið  av sjálvbodnum arbeiði, og øll í nevndini eru fosturforeldur við drúgvum royndum. Vit hava tí vitan og gott innlit í, hvat er best fyri fosturforeldur, og fyri børn, sum eru sett heiman.

 

Upppgávan hjá fosturforeldrafelagnumer ógvuliga fjøllbroytt og fevnir um alt frá at samskifta og ávirka politisku myndugleikarnar til at skipa fyri upplýsandi tiltøkum, ráðgeva og at varpa ljós á umstøður hjá fosturforeldrum og hjá børnum, sum eru sett heiman
 

Børn Swinging

“Tað er ein stór uppgáva og ábyrgd at uppala síni børn, tað er ein uppaftur størri uppgáva og ábyrgd at uppala børn hjá øðrum foreldrum. Tað eru vit sum fosturforeldur ógvuliga tilvitaði um og leggja hvønn einasta dag nógv fyri, so hesi børn kunnu hava eitt gott og trygt barna- og ungdómslív.”

— Annlis Bjarkhamar, forkvinna

bottom of page